The Killers tónleikari deyður

Saksofonisturin hjá bólkinum The Killers hevur tikið lívið av sær. Hann valdi mánadagin at skjóta seg í høvdið.

 

Amerikanski bólkurin The Killers misti mánadagin teirra 22 ára gamla saksofonist, Thomas Marth, tá ið hann valdi at skjóta seg sjálvan í høvdið.

 

- í nátt mistu vit okkara vin Thomas Marth. Okkara tankar eru hjá hansara familju. Í kvøld vantar eitt ljós í Las Vegas. Góða ferð, Tommy, skrivar bólkurin á heimasíðuni.

 

Marth varð mánadagin funnin deyður, tí hann hevði skotið seg í høvdið. Tað váttar umboðskvinnan hjá bólkinum.

 

Thomas Marth spældi live við bólkinum frá 2008 til 2010, og hann var við á tveimum fløgum, “Sam’s Town”, og “Day&Age”. Tann seinna fløgan bjóðar eitt nú lagið Human, sum gjørdist eitt stórt hitt. Sam’s Town fløgan minnist fyri eitt nú lagið

When You Were Young.