The Holmes Brothers í Losjuni

Tað er ein gleði at kunna boða frá, at tað hevur eydnast at fáa ein av bestu soul/gospel/blues-bólkum at geva eina eksklusiva konsert í Losjuni í Gøtu fríggjakvøldið kl. 22 Tá koma nevniliga víðagitnu The Holmes Brothers at spæla fyri eini lítlari fjøld av fólki.

 

Holmes Brøðurnir spældu á G! í ´06 og mong eru, ið meta teirra framførslu vera eina av bestu konsertunum, sum hava verið á G!.

 

The Holmes Brothers spæla eitt serligt bland av blues, soul og gospel, ið er sermerkt við teirra framúr góða sangi. Teir eru tríggir í tali, brøðurnir Wendel og Sherman Holms og so Popsy Dixon, sum við síni heilt sermerktu einastandandi vøkru rødd - og saman ljóma tær nærum ófatiliga væl.

 

Soleiðis skrivaði G! um Holmes Brothers m.a.:

 

- Tað er við stoltleika at vit í dag kunngera, at bólkurin, sum Chicago Tribune kallar: ?óreingiligu meistararnir innan bluesgrundaðan amerikanskan roots tónleik?, og sum New York Times siga ljóða bæði: ?djúpt, sálfult, upplyftandi og tíðarleyst?, og The London Times siga: ?rytmurnar taka yvir tín kropp meðan røddirnar fara beint í hjartað.?

 

Í 2005 vunnu Holmes Brothers W.C. Handy Blues Award (ofta rópt ?the grammy of the blues) fyri ?ársins bólkur? í USA og vóru í uppskoti til ikki færri enn 6 ymiskar W.C. Handy ?Blues Grammy?: ?Band of the Year?, ?Blues Album? og ?Contemporary Blues Album? fyri útgávuna Simple Truths og harafturat tríggjar tilnevningar til Wendall Holmes fyri Song of the Year?, Sherman Holmes ?Best Instrumentalist-Bass? og Popsy Dixon ?Best Instrumentalist-Drums?.?

 

Atgongumerki á 385 kr. kunnu bíleggjast á tlf. 503610 ella við at skriva til jontyril@kallnet.fo.

- Bert 100 atgongumerki eru til keyps!