Í Bretlandi hava tey bíðað í spenningi eftir boksidystinum millum gomul vinmenninar, David Haye og Audley Harrison. Í kvøld upprann so dagurin, tá teir báðir skuldu boksast um WBA beltið í tungvekt. Nógv var gjørt burturúr og Manchester Evening News Arena var stúgvandu full, tá David Haye og Audley Harrison komu í ringin.
Tíverri gjørdist sjálvur boksidysturin einki upplivilsi. Audley Harrison vardi fyri tað mesta, meðan David Haye bara bíðaði eftir einum møguleika at sláa til. Tann møguleikan fekk hann í triðja umfari og tað endaði við, at Audley Harrison endaði á gólvinum. Hann reistist aftur, men løtu seinni mátti dómarin koma ímillum og steðga dystinum, tí Audley var ikki førur fyri at verja seg sjálvan eftir ein røð av sløgum frá Haye.
Eftir dystin segði 30-gamli bretin, David Haye, at komandi ár ætlar hann sær í ringin ímóti øðrum av Klitschko beigginum, Vitali ella Wladimir.