The Grudge 2: Enn ein japanskur ræðufilmur oyðilagdur

Seinastu árini hava vit sæð góðar ræðufilmar úr fjareystri, ið hava megna at tikið stóran part av heiminum á bóli. Longu í 1998 kom The Ring eftir Hideo Nakata, ið leikstjórnaði hendan filmin, ið kom at vinna nógvan pening og gjørdist kendur.

Ummæli: Ein illbøn 2
Kim Simonsen

Felags fyri hesa kult asiatisku horror-bylgjuna er, at hesir filmar geva tær ein hvøkk, hjartabankan og gásarhold. Ein long røð av spøkilsum, sum siga óhugnalig ljóð og stara eftir tær við ótespiligum sinnsvakt óhugnaligum víðopnum eygum.
Við eitt fóru fleiri lond í Asia at framleiða slíkar ræðufilmar. Her kunnu vit t.d. nevna Suðurkorea, og teirra Memento Mori (1998) og A Tale of Two Sisters (2003). Nevnast kunne eisini lond sum Taivan, Kina og Teiland, ið komu við filminum The Eye (2002).
Í fjør kom so enska útgávan av gysarameistaraverkinum Dark Water, sum annars er frá Japan og er frá 2002. Upprunafilmurin var sera óhugnaligur, har amerikanska vesiónin var kanska minni áhugaverd.

Enn ein ”remake” filmur
The Grudge 2 er ein filmur fullur av plágaðum sálum, sum í hinum filmunum er tað serliga ein sera óhugnalig genta við longum hárið.
Hesuferð fáa vit eina frágreiðing um hví illbønin er enda í húsunum. Her er ein reguler veitsla av hemingum, ið ganga gjøgnum veggir.
Hetta er ikki fyrstu ferð at Hollywood endurinnspælir ein útlendskan film við amerikonskum sjónleikarum. Men tað er sjáldsamt, at endurinnspælingin eydnast betri enn upprunaverkið, sum oftast er endurinnspælingin tað reina lort. Men útgávan av Dark Water, hjá brasilianska Walter Sallas, er júst eitt dømi um at hettar letur seg gera.
Við Dark Water var ein filmur, ið hevjar seg sum psykologiskan spenningsfilm. Men tað er fyrst og fremst gott og gamalt gys ið eyðkennir filmin. Hetta er serliga slagið av ræðufilmum, ið byggja á hetta við at fáa fólk at hoppa í biografstólinum.

The Grudge 2
Takashi Shimizu gjørdi tríggar »Ju-On – The Grudge« filmar, sum allir tríggir eru nøkunlunda sami filmur við smáum broytingum.
Spøkilsini eru illir andar við ómetaligum hevndarhugi, sum vilja skaða og týna alt livandi, onkun-tíð eru tey deyðar gentur, sum bert vilja góðtakast av ella sameinast við teirra mammu, sum týna alt livandi.
Ræðufilmarnir úr fjareystri eru endaðir sum ein heildur ídnaður, her eru ikki bert The Grudge filmarnir, (Forbandelsen & Forbanelsen 2) sum eru sami filmur við smáum broytingum, aftur leikstjórnaður av Takashi Shimizu. Tað eru eisini filmar sum The Eye, The Ring og fyrrnevndi Dark Water.
Av og á fáa vit uppbygt ein spenning, og ein veldigan og sníkjandi óhugna, ið allantíðina verður avbrotin av sjokkum. Spøkilsini síggjast allatíðina og vit fáa hemingar blakaðar í skortin og tí sjokk, omaná sjokk, omaná sjokk. Her er for nógv déja vu og ov nógvar endurtøkur. Alt í alt er hetta tó ein sera vánaligur filmur, ja eitt flopp av einum filmi.

Fakta:
1,5 stjørna av 6
The Grudge 2

Leikandi:
Sarah Michelle Gellar:
Karen Davis
Amber Tamblyn
Aubrey Davis
Arielle Kebbel
Allison
Jennifer Beals
Trish
Edison Chen
Eason

1 tíma og 43 minuttir. USA 2006. Leikstjóri Takashi Shimizu. Leikrit eftir Takashi Shimizu, Stephen Susco. Framsýndur í Havnar Bio frá fríggjadagin 27. oktober 2006 klokkan 21.00.