Føroyski tvíbólkurin spælir á populera Nordklang festivalinum í Sveis
Fyri nøkrum vikum síðani vann bólkurin heiðurslønina ?Ársins Nýggi Bólkur? á Planet Awards. Og meðan flest aðrir føroyskir bólkar bíða eftir at summarið kemur og festivalar fara í gongd, so hava teir í The Ghost úr at gera.
Í gjárkvøldið spældi elektroduoin í Århus saman við Bloodgroup, har føroyski Janus Rasmussen er við. Og í kvøld spæla teir á Nordklang festivalinum, ið verður hildin í St. Gallen í Sveis.
Festivalurin varð á fyrsta sinni hildin í fjør og var ein brakandi succés. Allar konsertirnar vóru útseldar, og fólk lótu væl at. Vónandi verður eisini útselt í kvøld, tá ið spøkilsini trína á pall.
Vitja
The Ghost á MySpace<a> Vitja <a href=http://www.nordklang.com/>Nordklang festivalin<a>