Tíðindaskriv
The Ghost skal spæla eina konsert á Phonofestivalinum í Bergen í vikuskiftinum og tvær á Iceland Airwaves í Reykjavík í komandi mánaði. Bæði Phonofestivalurin og Iceland Airwaves eru lutfalsliga nýggir festivalar, sum báðir hava sum endamál at seta ljóskastaran á nýggjan og spennandi tónleik. Báðir hava teir eftir stutta tíð staðfest seg sum álítandi keldur til hvat spennandi hendir í tónleikaheiminum, bæði innan- og uttanlands. Tað er tí ein sonn álitisváttan, ið The Ghost hava fingið. Konsertin á Phonofestivalinum verður fríggjadagin kl. 23:30 í Strædet, meðan konsertirnar í Íslandi vera báðar 19. oktober í ymiskum spælistøðum í Reykjavík.
Nýtt og elektroniskt
The Ghost, sum spældu sína fyrstu konsert í Losjuni í Gøtu í vár, og hava síðani spælt bæði á Asfalt og G!, eru partur av nýggju elektrónisku bylgjuni, sum í løtuni skolar yvir Føroyar. Teir eru av ummælarum og øðrum kønum fólki skýrdir ein hin bjartasta framtíðarvónin fyri føroyskan tónleik. Í The Ghost eru Filip Mortensen, kendur úr indierokk bólkinum The Story Ends, og Urbanus Olsen, sum ávíkavist syngja og programmera. Saman hava teir báðir víst seg sum ein serstakliga spennandi bólk á palli, har Urbanus útvegar eitt fast grundarlag til Filip at spæla sær á. Úrslitið, ið stendst av hesum er ein pallframførsla, ið er stuttligt, feitt, óvæntað og mest av øllum livandi. Og hetta lív fáa norðmenn og íslendingar nú lut í.
Tónleikurin hjá The Ghost kann hoyrast á www.myspace.com/theghostband1, har samband eisini kann fáast við bólkin.










