The Ghost eisini komnir á Margarinfabrikskránna í kvøld!

So frættist tað, at The Ghost eisini skulu spæla á konsertini í Margarinfabrikkini í kvøld klokkan tjúgu.
Tað byrjaði við Gestir og The Story Ends. Síðani troðkaðu Boys in a Band seg inn og mín sann, um The Ghost ikki eisini eru slopnir uppí part.

 

Sum tvær ferðir áður sagt, er kostnaðurin ein hálvur hundur. (og av løgfrøðisligum ávum má enn einaferð upplýsast, at tað einans verður tikið ímóti hálvtrýsskrónuseðlum og ikki sagaðum húsdýrum)

 

Gestir, The Story Ends, Boys in a Band OG The Ghost í Margarinfabrikkini í kvøld, fimmogtjúgunda apríl, klokkan tjúgu.