The Ghost á Airwaves

Lovandi elektroniski tónleikabólkurin The Ghost fer nú útum landoddarnir at luttaka á Iceland Airwaves og á norska Phonofestivalurin. Bólkurin skal spæla eina konsert á Phonofestivalinum í Bergen í vikuskiftinum og tvær á Iceland Airwaves í Reykjavík í komandi mánaði. Bæði Phonofestivalurin og Iceland Airwaves eru lutfalsliga nýggir festivalar, sum báðir hava sum endamál at seta ljóskastaran á nýggjan og spennandi tónleik. Báðir hava teir eftir stutta tíð staðfest seg sum álítandi keldur til hvat spennandi hendir í tónleikaheiminum, bæði innan- og uttanlands. Tað er tí ein sonn álitisváttan, ið The Ghost hava fingið.