The Fly ummælir AME-Reykjavík

Bretska tónleikatíðarritið The Fly Magazine var við, tá Atlantic Music Event vitjaði Reykjavík herfyri, í nýggjastu útgávuni av blaðnum, verða framførslurnar hjá Teiti, Eivør og Gestum ummældar.

Ummælarin vísir á, at Føroyar neyvan eru tað mest upplagda staðið, um tú ætlar tær at finna eitt nýtt sound, men at hann á konsertini í Reykjavík skilti, at okkara spennandi kókar undir lokinum í Føroyum. Eivør, Teitur og Gestir, fáa skoðsmálið, at bretar kunnu fyrireika seg, at hoyra nógv meira til hesi nøvnini. Gestir eru tann bólkurin, ið verður tikin framum allar hinar í ummælinum av hesum kvøldinum. Ummælarin sigur, at hoyra teir fáa hann at hugsa um teir bestu løturnar hjá Radiohead og samstundis um Elbow, tá teir eru mest sorgblíðir.

Ummælið kann lesast á: the-fly.co.uk/LatestMag.aspx