Nýggj fløga og live-dvd við The Dreams er komin á marknaðin í Danmark og í Føroyum í dag. Á útgávuni ber til at uppliva føroyska rockbólkin á konsert The Dreams skúma fram á danska tónleikamarknaðinum, og í dag kemur nýggj útgávu við bólkinum út bæði í Danmark og í Føroyum.
Den Nye By 09 - Sakin Live ´09 kallast útgávan, sum bæði er fløga og dvd. Á fløguni eru teir væl umtóktu sangirnir við The Dreams og onkrar live-upptøkur eru eisini við. Eisini eru 3 nýggir sangir á útgávuni.
Harafturat er eisini ein dvd-fløga við í keypinum, og á henni ber til at síggja og hoyra The Dreams spæla til sínar lívligu konsertir. Á dvd-fløguni eru eisini samrøður við tónleikararnar í The Dreams.