Føroyski bólkurin The Dreams, sum seinastu mánaðirnir hava hittað stórt um alt Danmark, fara leygarkvøldið at spæla í Lille Vega í Keypmannahavn.
Tá ið The Dreams luttóku í altjóða tónleikarkappingini Global Battle of the Bands, møttu teir danska framleiðaranum Chief 1, sum er fyrrverandi hiphop-drongur frá Rockers by Choice. Í 2006 byrjaði bólkurin at samstarva við hann og síðani tá hevur alt gingið skjótt frameftir fyri dreingirnar.
Stóra danska gjøgnumbrotið fingu føroyingarnir til danska Melodi Grand Prix?ið í februar, har teir vórðu nr. 5 við sanginum ?La? mig være?. Við eini fløgu á donskum var nýggi stílur teirra lagdur ? og hesin tykist at dáma danum væl. The Dreams hava í øllum førum megnað at liggja ovast á donsku hittlistunum í nógvar vikur í ár.
Atgongumerki til konsertina, sum byrjar kl. 20 leygarkvøldið, kosta 130 kr. við dyrnar.