Í dag byrja The Dreams sína tour kring Danmark í samband við, at nýggja fløga teirra Revolt kemur á marknaðin. Tað verður mánadagin, at triðja fløgan hjá The Dreams kemur í føroysku og donsku handlarnar. Sjálvur tónleikurin er nakað broyttur, og í mun til tær báðar undanfarnu fløgurnar eru allir sangirnir á enskum.
Fyrsta konsertin hjá The Dreams verður í Albertslund, síðani hevur bólkurin konsertir í Aalborg, Lyngby og Vordingborg...
Sosialurin var til staðar undir seinastu fyrireikingunum hjá The Dreams, og í dagsins blað er drúgv samrøða við bólkin. Harumframt eru eisini myndir frá seinastu venjingini í myndatemanum í høgru síðu.










