Føroyski rockbólkurin The Dreams er í dag strokin beinleiðis inn sum nummar 1 á Boogie listanum hjá Danmarks Radio Mánadagin gav The Dreams nýggja fløgu út, og heitislagið av útgávuni Revolt er í dag komið inn á ovastu rók á Boogie listanum. Hetta er hitlisti á sjónvarpsrásini DR1, sum serliga ungfólk fylgja.
The Dreams hevur staðið seg væl á Boogie listanum áður, og í fjør var sangurin Under The Sun best umtókti sangurin á listanum yvirhøvur.
Nýggja útgávan hjá The Dreams skal slóða fyri gjøgnumbroti uttanfyri kongaríkið, men staðfestast kann, at The Dreams framvegis eru sera væl umtóktir í Danmark.
Mánakvøldið skulu The Dreams hita upp fyri Tokio Hotel á konsert í Danmark.









