Mánadagin komandi byrjar stóra veðurlagsráðstevnan í Keypmannahavn, og eisini The Dreams vísa sín stuðul við at framføra í Parkini 7. desembur skulu føroysku rokkararnir The Dreams framføra í Parkini. Konsertin verður hildin í samband við altjóða veðurlagsráðstevnuna, sum verður hildin í Keypmannahavn.
Tiltakið ber heitið Dance 4 Climate Change, og bjóðar tríggjar tímar við tónleiki, dansi og mongum øðrum. Tiltakið verður sent beinleiðis í umleið 35 londum. Nevnast kann Japan, India, Marokko og Kina. Ætlanin við hesum tiltakinum er, at fáa so nógv fólk sum gjørligt kring allan heim, at senda boðskapin um at fáa eina semju undirskrivaða á ráðstevnuni í Keypmannahavn.