Føroyski rockbólkurin The Dreams fer síðsta dagin í oktober at spæla til tiltakið Crazy Nights á Kambsdali. Eisini verður DJ-undirhald og annað The Dreams hava havt úr at gera í Danmark í ár. Teir hava spælt til óteljandi konsertir og festivalar, og bólkurin var eisini heima og vendi í summar og hevði tvær uttandurakonsertir. Mánadagin kemur nýggj stakfløga frá The Dreams.
Leygarkvøldið 31. oktober verða The Dreams aftur at hoyra í Føroyum. Teir spæla til tiltakið Crazy Nights á Kambsdali, og um framt The Dreams fara DJ?arar eisini at undirhalda, og okkurt yvirraskilsi verður.
Forsøla til tiltakið er á ebillett.fo