The Dreams á Rás2

Kl. 9.30 verður umboð frá føroysku Grand Prix-vónini, The Dreams á tráðnum. Morgunsendingin á Rás2 verður stutt í morgin. Hon verður bert ein tíma millum 9 og 10. Men tá sendingin er komin hálva leið verður eitt prát við føroyska tónleikabólkin The Dreams. Tað eru ikki so fá, sum eru spent uppá úrslitið hjá The Dreams í hálvfinaluni í danska Grand Prix-num, sum eisini verður í annaðkvøld. Tað verða kanska ikki heilt so fá, sum velja løgtingsvalið frá í annaðkvøld.