The Dreams punka Skarvin

Føroyski punk- og rokkbólkurin The Dreams fer á pall komandi leygarkvøld á Skarv í Keypmannahavn. Hettar er triðju ferð Dreymarnir undirhalda á staðnum og tá plagar at vera sera væl vitjað. Hans Edward í The Dreams sigur, at teir fáast dagliga við nýggja fløgu og at Chief1 er ikki ein partur av The Dreams longur. Dyrnar lata upp klokkan 23 og ókeypis atgongd er til klokkan tvey.

Aldursamarkið er 18 ár. Manningin er Hans Edward Andreassen, sangur og gittar. Heini Corfitz McCallister, kór og gittar. Eirikur Gilstón Corfitz, kór og bass. Heini Mortensen, trummur og Ingi Isaksen sum ljóðmaður. Plakatin til tiltakið minnir um ein gravstein við punk hársniði og løgið nokk, so fer bólkurin á pall júst 100 ár eftir at Titanic sakk, men The Dreams eru framvegis aktivir sigur fyriskiparin í FO Invasion Edmund S. Jacobsen og leggur afturat, at tað er onki galið í at minnast eina slíka hending, sjálvt um vit samlast um eina punk-konsert. Almenna innbjóðingin kann síggjast her, um ein hevur Facebook.

www.facebook.com/profile.php

 

Mynd: Regin W. Dalsgaard. Kelda: FO Invasion