The Dreams ovast á hitlista

Nýggi sangurin hjá føroyska rockbólkinum The Dreams, sum kom út í gjár, hevur fingið góða móttøku í Danmark. Sangurin Under The Sun liggur longu í dag ovast á download-listanum hjá TDC, sum selir tónleik umvegis netið.

 

Eisini hjá iTunes hevur nýggi sangurin hjá The Dreams klatrað væl upp eftir listanum.

 

Nýggi sangurin hjá the Dreams skal slóða fyri einari nýggjari útgávu hjá bólkinum, sum ætlandi skal røkka út um Danmark.

 

Leygarkvøldið 31. okotber ber til at hoyra The Dreams spæla live í ítróttarhøllini á Kambsdali.