Tað gongur strúkandi hjá The Dreams í Danmark. Í dag eru teir blivnir nummar 1 á týdningarmesta hitlistanum millum ung Fyri einari viku síðani var sangurin La? Mig Være hjá The Dreams í uppskoti til Boogie-listan hjá Danmarks Radio. Hetta er sending við sjónbandaløgum, sum verður send á DR1, og Boogie-listin verður mettur sum týdningarmesti hitlistin millum ung í Danmark.
Í dag var Boogie-listin aftur dagførdur, og hesaferð struku The Dreams upp á ovasta sessin í fyrstu royndini.
Boogie ger meira burtur úr The Dreams á heimasíðu sínari ? www.dr.dk/dr1/boogie










