Punk bólkurin The Dreams kemur aftur í ár á Jóansøkufestivalin. Í fjør høvdu The Dreams eina framúr góða framførslu á Jóansøkufestivalinum. Fríggjadagin kemur fyrsta fløgan hjá bólkinum, har bólkurin punkar føroyska sangskattin Á fløguni eru 10 løg, Hettar eru løg sum Til allar vinir hjá Blátt, 80ini hjá Frændum, Sjeikurin hjá Nalja, Sirkús Tinganes hjá Annfinn & Co., Sasa sa sa hjá Georg eystan Á, Forelskaður sjónleikari hjá Páll Finnur Páll, Eg siti so eina hjá Vestmonnum, Nú ert tú ein onnur hjá <st1:PersonName w:st="on" ProductID="Ey?un Nols?e"$?$end$!$Eyðun Nolsøe</st1:PersonName$?$end$!$ og Nummar hjá Terja Rasmussen. So talan er um háaktuellar tolkingar av klassiskum syngið-við-løgum.<BR>Hetta er fyrstu ferð at India spælir í Suðuroynni. Bólkurin er úr Gøtu varð stovnaður í fjør. Hann luttók m.a. í Prix Føroyar kappingini. Tó er bert ein av limunum, ið luttók á prixnum eftir í bólkinum. Tann heldur óroynda og eitt sindur trilvandi manningin er í stóran mun útskift við garvaðar tónleikarar. Rói Johannesen syngur og leikar gittar, hann er einasti uppruna limurin í India. Bárur Thomsen er komin við á trummum, umframt teir báðar fyrrverandi Wolfgang tónleikararnir Bergmann Finsson á gittar, Einar Jacobsen, ið syngur og spælir bass.
Wolfgang tóku øll av bóli, tá teir trinu á pallin á Tungmálmi 1992, og hetta gjørdist byrjanin til nøkur ár, har Wolfgang var millum best umtóktu bólkar á føroyska tónleikapallinum. Í løtuni spælir helvtin av Wolfgang í Týr, meðan hin helvtin nú hevur funnið saman í India.
India spælir okkurt, ið teir sjálvir kalla ný rokk.
Sí eisini myspace.com/joinindia og www.the-dreams.com










