Føroyski punkbólkurin The Dreams var ein av teimum fýra bólkunum, sum komu víðari frá seinnu hálvfinaluni í danska Grand Prixnum Í kvøld hevur The Dreams tikið lut í danska Grand Prixnum. Hetta var seinna hálvfinalan, og fýra av teimum átta bólkunum kundu spæla seg víðari í finaluna, sum verður um tvær vikur.
Og tað eydnaðist føroyska bólkinum at vinna fram millum teir fýra bólkarnar. The Dreams og sangurin ?La´ Mig Være? verða tí við í finaluni í danska Grand Prixnum.