The Dreams hevði uppiborið betur

The Dreams framførdi á Bøgescenerne á Skanderborg-festivalinum seinnapartin leygardagin. Gaffa, sum er størsta tónleikablaðið í Danmark, gevur føroysku punkrokkarunum fýra av seks møguligum stjørnum.

 

Gaffa skrivar á sínari heimasíðu, at áskoðararnir vóru ov lítið við undir framførsluni. Orsøkin var fyrst og fremst, sambært Gaffa, at føroyingarnir vóru á pallinum ein seinnapart.

 

Heilhugaðu føroyingarnir á pallinum gjørdu eina skikkaða roynd at fáa øll við, men tað eydnaðist ikki, hóast bólkurin hevði uppiborið tað, er niðurstøðan hjá Gaffa.

 

Les ummælið hjá Gaffa her: gaffa.dk/anmeldelse/41846