The Dreams hava nógvar konsertir í Danmark

30 konsertir standa á skránni hjá føroyska rockbólkinum The Dreams, sum er á konsertferð í Danmark. Í gjár gav The Dreams nýggja fløgu- og dvd útgávu út í Danmark, og nógv verður gjørt burtur úr at spæla live hesa tíðina.

 

The Dreams hava longu havt konsertir í eitt nú Slagelse, Keypmannahavn og Vordingborg, og næstu vikurnar heldur konsertferðin fram í Århus, Odense, Frederica, Greve, Aalborg og í øðrum donskum býum.

 

Í fjør spældi The Dreams 34 konsertir í Danmark, men talið verður helst hægri í ár.