Nógv eru tey ið hava forvitnast eftir, nær teir vælumtóktu dreingirnir í bólkinum The Dreams aftur skula framføra í Føroyum. Í samrøðu við Planet sigur Hans Edward, at fyrstu ferð teir trína á føroyskan pall í 2009 verður á Festivalinum við Múrin. Ikki er tað ókent at The Dreams skulu framføra við Múrin, men tos hevur verið um at The Dreams møguliga leitað sær til Føroya at framføra áðrenn hetta. Hesum avsannar Hans Edward, sum samstundis sigur seg síggja fram til at enn einaferð spæla fyri okkum føroyingum.










