The Dreams gera vart við seg í Týsklandi í hesum døgum, og teir løgdu út við einum tryggum øðrum plássi á MTV Rockzone chart, tá ensktmælta útgávan hjá teimum kom út herfyri í samstarvi við Ferryhouse Productions.
Hetta legði stjórin í stóra rockfelagnum Brainstorm til merkis, og hann bookaði beinan vegin føroysku talentini til 16 tiltøk saman við einum av teimum heilt stóru nøvnunum í Tysklandi nú, Emil Bulls, sum óivað skal hjálpa The Dreams at tryggja sær fótafesti í hugaheiminum hjá miðevropearum.
- Samstundis fær vaksandi umtalan í týsku miðlunum og positiva umrøðan fær og at bólkurin verður kendur sum ein bólkur við ótrúligari charmu, rebelskari orku á pallinum sjálvt tann turrasta ummælaran við, siga konsertfyrireikararnir í tíðindaskrivi í dag.
Korsertferðin hjá The Dreams í Týsklandi sær soleiðis út:
EMIL BULLS + THE DREAMS
+ Special Guests
13.10.2010 Berlin, Lido
15.10.2010 Cham, LA
16.10.2010 Erfurt, Unikum
18.10.2010 Schwäbisch Hall, NCO-Club
19.10.2010 Nürnberg, Hirsch
21.10.2010 Kleve, Radhaus
22.10.2010 Osnabrück, Rosenhof
23.10.2010 Wilhelmshaven, Pumpwerk
24.10.2010 Dresden, Groove Station
26.10.2010 Rostock, Mau-Club
27.10.2010 Papenburg, Juz (300er-Kap.)
28.10.2010 Göttingen, Musa
29.10.2010 Lindau, Club Vaudeville
02.11.2010 Hamburg, Übel & Gefährlich
04.11.2010 Aschaffenburg Colos-Saal
05.11.2010 Nordhorn Scheune