The Dreams hava ikki roynt at passa seg til Grand Pixið. Teir eru 100% ektaðir, sigur framleiðarin hjá bólkinum við Ekstrablaðið Danskir fjølmiðlar hava í vikuni sett sjóneykuna á føroyska punkbólkin The Dreams, sum verða roknaðir sum favorittar til at vinna danska Grand Prixið í kvøld.
Ein spurningur, sum hevur verið settur, er, um The Dreams gera sær sjálvum eina bjarnatænastu við at taka lut í Grand Prixnum, sum ikki er so høgt í metum hjá øllum.
- Um fólk halda, at The Dreams hava selt seg við at taka lut, so er tað teirra søk. The Dreams hava ikki roynt at passa seg til Grand Pixið. Teir eru 100% ektaðir, sigur framleiðarin Chief 1 við Ekstrablaðið í dag.
Sangarin í The Dreams leggur afturat, at bólkurin fyrst og fremst hugsar um at hava eina góða framførslu til finaluna í kvøld.
- Vit vilja gjarna hava, at tað verðu sum eitt lítið petti av einari Dreams-konsert, sigur Hans Edward Andreasen.
Ekstrablaðið heldur, at líkamikið um The Dreams vinna Grand Prixið ella ikki, so hava teir fingið tað burtur úr luttøkuni, at øll í Danmark kenna teir ? og tað var eisini ætlanin við luttøkuni.










