The Dreams er framvegis á Rockzone

Millum nøvn sum AC/DC, Bloodhound Gang, Editors, Green Day, Metallica, Muse og Rammstein, er The Dreams eisini á Rockzone-listanum hjá MTV Týskland. Sangurin ?Revolt? er somikið væl umtóktur, at hann hevur verið á listanum í gott og væl ein mánað.

 

Fyri at verða á Rockzone listanum krevst, at fólk atkvøða fyri sanginum. Tað kanst tú gera her.

 

Komandi framførslan, sum The Dreams spælir, er á Summarfestivalinum í Klaksvík.