The Dreams á dreymaferð

The Dreams hava upp á heilt fá ár ment seg frá ungum, vónríkum bólki, til ein bólk, sum hévur vunnið sær bæði føroyskar og danskar lurtarar, og sum liva dreymalívið; stjørnulívið

The Dreams settu brakandi punktum fyri Summar Festivalin. Við eini brakandi framførslu, ið hevði við sær alt tað, ið vit kenna bólkin fyri. Kendu dondku løgini og føroysku endurinnspælingarnar og so orkumettaða framførslan.

Føroyskur popp-punkur, ið situr sum hann skal.

Stuttligt, at tað hevur eydnast ungu monnunum at halda fast við dreymin, og skapa sær eina yrkisleið millum stjørnur á tónleikahválvinum.

Bólkurin, sum lutók í donskum Grand Prix, hevur givið danska fløgu út, og sum fekk allar føroyingar at hoyra nakað annað í gomlum slagarum, var virðiligur endabrestur .

Stuttligt innslag var, at smádrongir komu á pall - klæddir eins og The Dreams - og leiktu við teimum.

Hóast veðrið byrjaði at hjálpa til við at seta punktum, so vóru The Dreams eitt virðiligt punktum á Summar Festivalinum.