The Dreams á DR1 í dag

Í dag vitjar sendingin Boogie á DR1 heima hjá The Dreams. Eisini verður nýggja sjónbandalagið hjá teimum av Grand Prix-sanginum La´ Mig Være frumsýnt Líkt er til, at føroyski punkbólkurin The Dreams rættiliga er við at vinna fram í donskum tónleiki. Sendingin Boogie á DR1 hevur í dag eitt innslag við The Dreams.

 

Fólk frá Boogie hava vitjað heima hjá The Dreams, har teir hava góðar umstøður at arbeiða við tónleiki. Eisini verður sjónbandalagið av sanginum La? Mig Være víst fyri fyrstu ferð.

 

Boogie verður sent á DR1 í dag frá kl. 15.00.