The Dreams í danska Grand Prixnum

Føroyski punkbólkurin syngur nú á donskum og er valdur út til danska Melodi Grand Prixið 2008 Tað byrjaði við eini kapping, og nú er føroyski punkbólkurin The Dreams komin aftur á slóðina.

 

The Dreams gjørdi fyrstu ferð var við seg í MTV reality-røðini A Cut, men fólksliga gjøgnumbrotið fingu teir, tá ið teir spældu føroyskar klassikarar inn av nýggjum og struku upp á tónatindin við sanginum Sasasasa.

 

Seinastu tíðina hevur The Dreams arbeitt saman við danska framleiðaranum Chief One, og hann hevur rættiliga fingið nýtt lív í bólkinum, sum ljóðar betri enn nakrantíð áður. Dømi um hetta eru at finna á myspace-síðuni hjá The Dreams.

 

Og nú eru The Dreams slopnir upp í part í danska Melodi Grand Prixnum við sanginum La? mig være, sum teir hava skrivað saman við júst Chief One.

 

16 sangir eru valdur burtur úr stóru rúgvuni av sangum, sum á hvørjum ári vilja sleppa við til danska grand prixið.

 

Vinnarin av danska Grand Prixnum skal finnast í trimum umførum. Fyrst verða tvey innleiðandi umfør 12. og 19. januar, og síðani verður finalan í kappingini 2. februar.