The Dreams á Asfalt

26. navnið, ið er kunngjørt á skránni fyri Asfalt, má metast at vera millum høvuðsnøvnini: The Dreams koma aftur til Føroyar at spæla eftir eina tíð í útlegd. Bólkurin varð stovnaður fyri trimum árum síðani, og hevur m.a. verið við í kapping fyri sjónvarpssendirøð hjá heimsgitnu tónleikarásini MTV. Milliónavís av hyggjarum fylgdu við, har ið The Dreams kláraðu seg væl. Hetta var gott dømi um góðsku og altjóða potentiali bólksins. Eisini var tað óivað ein orsøk til, hví coverfløga teirra av vælumtóktum føroyskum hittløgum í punkrokkhami varð ársins fløga í Dimmu um ársskiftið. Limirnir eru Hans Edward Andreasen, Eirikur Gilstón Andersen, Heini Mortensen og Heini Gilstón Corfits Andersen. Teir spæla ikki so ofta í Føroyum sum útisetar, men eru altíð sannførandi á palli, tá ið konsert er á skránni. Tað er vist, at løg sum ?Sasa Sa Sa?, ið síðani coverútgávuna hava bombarderað føroysku útvarpsbylgjurnar, fara at rokka Tórsgøtu sundur og saman á Asfalt. Vitjið punkrokkararnar á Myspace.com/thedreams.

 

Tíðindaskriv