Føroyski rockbólkurin er aðru vikuna á rað ovast á Boogie listanum hjá DR. Tað er nýggi enski sangurin hjá bólkinum, sum er blivin eitt hitt millum tey ungu í Danmark. Í farnu viku lupu The Dreams inn á Boogie listan við nýggja sanginum Under The Sun, og hesa vikuna eru The Dreams enn einaferð ovast á listanum.
- Tað er fantastiskt aftur at verða nummar 1, og vit takka okkara fjepparum, sigur Hans Edward Andreasen, sangari í The Dreams.
Bólkurin er eisini í uppskoti til ein annan danskan hitlista, Tjeklistan, sum er ein útvarpslisti. Sunnudagin verður greitt, um The Dreams vinna inn í hitan á tí listanum.
Leygarkvøldið spæla The Dreams til tiltakið Crazy Night á Kambsdali.