The Dreams aftur á Boogie-toppinum

The Dreams er fyrsti føroyski bólkur, sum hevur megnað at fáa tvey løg nummar eitt á Boogie listanum hjá DR Í Pegasus situr í hesum døgum ein ovurfegin Hans Edward, frontmaður í bólkinum The Dreams. Hann hevur góða grund til at fegnast, tí The Dreams hava enn eina ferð skriva føroyska tónleikasøgu. Fyrstu ferð var, tá ið The Dreams lógu ovast á Boogie listanum hjá DR og ovast á 15 teimum bestu hjá ÚF í senn. Hesa vikuna liggja The Dreams aftur ovast á Boogie listanum við lagnum Himlen Falder/Helvede Kalder.

 

The Dreams skulu spæla nógv í Summar og í August kunnu teir upplivast fyri fullum útblástri á Vágsbøi.