Í dag kunngerð Tonleikur.fo fyrstu nøvnini, ið skulu spæla á teimum fýra ymisku pallunum á Ó festivalinum.
Høvuðsnavnið á Ó konsertini á Skálatrøð 27. juli er rokkbólkurin the Dreams. Hetta verður einasta konsertin í Føroyum í summar hjá bólkinum, sum hevur nógv um at vera aftan á at hava skrivað sáttmála við umboðsmannin hjá heimskenda bólkinum Linkin Park.
Í løtuni arbeiða The Dreams við nýggjari fløgu, og boð eru eftir teimum nógva staðni, millum annað í Týsklandi og Pólandi.
Umframt Ó konsertina verða eisini nógvar ókeypis uttandura konsertir í býnum tann 28. og 29. juli. Á Vaglinum verður Tórspallur, har kommunan fer at hugna um. Ein av teimum, ið fer at framføra á Tórspalli, er Kim Hansen.
Á Áarvegnum verður Áarpallur, har Etica, Kafé Kaspar, Kafé Natúr og Áarstova í felag fara at skipa fyri hugnaligum umhvørvi.
Fólkasangarin Stanley Samuelsen er ein av teimum, sum fer at framføra her. Harumframt verður ein pallur í Steinatúni og fyrsta navnið, ið verður avdúkað her, er Sakaris, sum spælir nútímans elektropopp tónleik.
Tilsmans fara 35 bólkar at framføra á Ó festivalinum, og Tonleikur.fo fer komandi dagarnar at kunngera enn fleiri nøvn.










