The Dietrichs við Like Someone in Love

Enn ein klassikari verður tulkaður av The Dietrichs, nú samkynda tónleikaverkætlanin fer í fótafetini hjá m.ø. Frank Sinatra og Bjørk.

Enn ein klassikari verður tulkaður av The Dietrichs, nú samkynda tónleikaverkætlanin fer í fótafetini hjá m.ø. Frank Sinatra og Bjørk.


Heiðrik á Heygum hevur saman við klaverleikaranum Simon Ask Ulsnes stovna bólkin The Dietrichs, ið sambært teimum er ein samkynd tónleikaverkætlan.

Á Youtubesíðuni hjá bólkinum lýsa teir bólkin soleiðis "a new queer musical project that covers gay icons from the 20's up to the 60's", ella á føroyskum ein samkynd tónleika verkætlan, ið tulkar samkynd ikonir frá 20'unum og upp til 60'ini.


Teir løgdu fyri við at tulka Bang Bang hjá Nancy Sinatra, og løgdu síðan eina nýggja útgávu  av Kylie lagnum Can't Get You Out of My Head, ið Heiðrikur og Simon hava lagt á alnetið áður, og sum vit hava skriva um tá.

 

Nú er so næsta nýggja lagið komið. Nólkurin tulkar ein veruligan klassikara "Like Someone In Love", ið m.o. Frank Sinatra, Bing Crosby, Chet Baker, Ella Fitzgerald og Bjørk hava tulkað áður. Tit kunnu hoyra lagið omanfyri.


Vitja annars The Dietrichs á facebook her