The Da Vinci Code forboðin í Føroyum

-The Da Vinci Code er gudsspottandi sigur Jákup Eli Jacobsen leiðari í Havnar Bio.

Filmsbann

Dan Brown hevur selt 25 millionir eintøk av bókini The Da Vinci Code, ið er týdd til 44 mál kring allan heimin. Time Magazine hevur útnevnt Dan Brown, sum ein av teim 100 mest týdningarmiklu fólkunum í heiminum í dag.

Bókin hevur skapt ein stóran áhuga fyri Leonardo da Vinci, gnostiskum skrifum, fyrstu kristnu søguni og hevur økt um ferðavinnuna í Paris, Rom og til kirkjur í Edinburg og øðrum støðum við. Í løtuni finnast átta bøkur, ið afturvísa alt sum Don Brown hevur sett fram, og tað finnast sjey hjálparbøkur, ið kunnu hjálpa um lesturin av The Da Vinci Code. Men bert ein bók megnar at selja fleiri bøkur enn The Da Vinci Code, sambært The Times, og tað er Bíblian. Tað eru gjørdar nógvar sjónvarpssendingar um bókina hjá Dan Brown og nú eisini ein filmur við Tom Hanks í høvuðsleiklutinum.
    Kring heimin er niðurteljingin til stóra filmin í gongd, og lesarar í milliónatali gleða seg at síggja filmin.

Forboðin í Føroyum
Nú er komið framl, at Havnar Bio hevur gjørt av, at hesin stórfilmur ikki verður sýndur í Føroyum, tí hann er gudsspottanandi.
    Hetta verður eisini váttað í Havnar Bio, men víst verður til leiðaran, Jákup Eli Jacobsen, um nøkur viðmerking skal fáast um hetta. Tað hava vit eisini gjørt, og er hendan samrøðan prentað niðanfyri.
    Hví taka tit ikki The Da Vinci Kode heim?
    - Vit hava valt at forboði hann. Hann er blasfemiskur. Tá vit spurdu Nordisk Film um innihadið svaraði til bókina - og svarið var positivt - so vildu vit ikki vera teir, sum vísa nakað, ið er blasfemiskt í Føroyum, tí hetta kann gera, at vit missa biografloyvi.
    Hvat í filminum er sum tit serliga ikki dáma?
    - Jamen hann er Gudsbespottandi allan vegin Byggir á tekstir (Deyðahavsrullurnar) sum ikki eru til.
    Eftir føroyskari lóg, so hava vit ikki loyvi at vísa nakað sum er blasfemiskt í Føroyum. Vit høvdu ikki loyvi at vísa Life of Brian.
    Men sjónvapið vísti Life of Brian?
    - Sjónvarpið er undantikið sensur.
    Hvat heldur tú um, at tit ikki vilja vísa filmin, tá nú bókin er loyvd í Føroyum?
    - Tað er eingin sensurur á bókum.
    hvat er í filminum, ið tit ikki vilja standa inni fyri at vísa?
    - Eg havi fingið fortalt, hvat filmurin snýr seg um og hvat bókin er um. m.a. at Jesus fekk børn við einari kvinnu, hetta er blasfemiskt. Bara tað í sær sjálvum ger filmin til nakað, ið vit ikki vilja vísa.
    So tú hevur ikki lisið bókina?
    - Nei, men tað eg havi fingið fortalt er nóg mikið.
     Hvat er tað serliga fyri ein moralur, ið tit hava her, tá nú mangt verður víst í havnar Bio, ið er merkt av harðskapi og er nærum pornografiskt?
    - Vit vilja ikki missa biografloyvi og vit hava ikki loyvi at vísa henda film eftir lógini.
    Men hava Filmseftirlitið ella mynduleikar sæð filmin, tí hann verður ikki vístur fyrr enn 19. mai kring heimin?
    - Nei.
    Er nakar kjansur fyri, at tit koma at vísa hann, um nú fólk finnast at tykkum og noyða tykkum?
    - Hann verður ikki tikin upp.
    Er nakað annað land, ið forbjóðar filminum?
    - Tað veit eg ikki, ljóðar seinasta staðfestingin.