The Crocodile Hunter deyður

Hann bardist og beistaðist við eitrurslangur og stórar krokodillur, og fleiri teirra fingu ein bita burtur av honum. Í morgun beindi ein tindaskøta fyri Steve Irwin.


Tað var ikki so løgið, at avstralska løgreglan lýsti deyðsfallið sum sera óheppið. Steve Irwin hevði verið í mongum leiki við eitrandi slangum og risastórum krokodillum, og so bleiv tað at enda ein skøta, sum beindi fyri honum.

Í morgun var hann saman við myndamonnum og øðrum í ferð við at taka upp eina sjónvarpssending við Great Barrier Reef uttan fyri Port Douglas á avstralsku eysturstrondini, tá ein tindaskøta brádliga stakk hann í bringuna. Læknar vórðu boðsendir beinanvegin, men har var einki at gera. Steve Irwin var deyður. Tað var klokkan trý í nátt okkara tíð.

Tá høvdu myndugleikarnir sent eina tyrlu við bjargingarfólki til eina lítla oyggj har á leiðini, men tey kundu bara staðfesta, at tann 44 ára gamli Irwin var deyður, sigur sjónvarpið ABC.

-Skøtan stakk hann í bringuna. Helst doyði hann av hjartasteðgi, sigur kavarin Steve Edmondson, sum var hjástaddur, tá tann kendi náttúruvinurin doyði.

Tindurin á halanum á tindaskøtuni er eitrandi og ógvuliga hvassur. Tá skøtan kennir, at hon er í vanda, hendir tað, at hon slær við halanum fyri at verja seg. Ivaleyst var tað tað, sum hendi við Great Barrier Reef í morgun.


Heimskendur

Steve Irwin gjørdist kendur um allan heimin fyri sínar náttúrusendingar, og tað var serliga hansara sermerkti framferðarháttur, sum gjørdi bæði hann og sendingarnar væl umtóktar. Hann var sera djarvur og beistaðist ofta við eitrandi slangur og stórar krokodillur, sum var tað eitt spæl.

Fyri tveimum árum síðani var hann fyri hvøssum atfinningum, tí hann hevði sín ein mánað gamla son í ørmunum, meðan hann beistaðist við eina krokodillu. Men sjálvur helt Irwin uppá, at sonurin var ongantíð í vanda.

Fleiri vildu eisini vera við, at hann órógvaði pingvinir, kópar og onnur djór, tá hann gjørdi eina sjónvarpssending í Antarktis. Men eisini hesaferð vísti hann atfinningunum aftur, og hóast tey atfinningarsomu løgdu málið fyri avstralsku umhvørvismyndugleikarnar, tóku teir ikki málið upp.


Ofta nær við

Meiri enn eina ferð var Steve Irwin í lívsvanda, og í einari samrøðu bleiv hann spurdur, hvat var tann vandamesta støðan, sum hann hevði verið í.

-Tað hevur ofta verið nær við. So ofta, at tað ber ikki til at taka ein tilburð burturúr, svaraði hann.

Í teirri somu samrøðuni bleiv hann spurdur, um hann nakrantíð hevði fingið skaða av at hava beistast við djór.

-Ja, fleiri ferðir. Bæði krokodillur, varanar, alligatorar og fleiri hundrað slangur hava fingið ein bita burtur av mær.


Ikki deyður!

Tað hevur fleiri ferðir ljóðað, at Steve Irwin var deyður, tí ein krokodilla ella ein slanga hevði gjørt av við hann. Í einari samrøðu við Animal Plamet gjørdi hann gjøldur burtur úr søgunum:

-Eg havi ongantíð fingið slangueitur í meg. Herfyri frætti eg, at eg var deyður. Onkur vildi vera við, at ein eiturslanga hevði gjørt av við meg, onkur annar segði, at tað var ein krokodilla, og uppaftur onnur vildu vera við, at tað var ein eiturkoppur, sum hevði birið meg so meint, at eg doyði. Nei, skal eg siga tykkum. Steve Irwin er á framvegis á lívi, segði hann við Animal Planet fyri fýra árum síðani.

Fýra ár seinni tók ein skøta lívið av avstralska náttúruvininum og ævintýraranum.

Steve Irwin og konan Terri giftust í 1992, og tey fingu eina dóttur og ein son.