The Carlsens geva fløgu út í USA

The Carlsens, Vanja, Laila og Barbara hava tikið sær tíð til, at spæla inn eina fløgu. Hendan er nú liðugt upptikin, ljóðblandað og framleidd og verður givin út í USA í næstum Hóast systrarnar allar hava drúgvar royndir sum songkvinnur, er hetta fyrsta útgávan hjá teimum saman, síðan útgávunar saman við mammuni í barnaárunum. Hetta merkir sambært elstu systrini Vanju fløguna.

 

- Hetta er okkara fyrsta útgáva, so har er nógv, sum vit skulu prøva av. Har er okkurt A capella, okkurt soulkent, næstan James Brown og enntá okkurt lag av Vit kunngera Jesus, ið vit hava tillagað. So har er eitt sindur av hvørjum, greiðir Vanja frá.

 

Vanja sigur, at ætlanir eru um, at fløgan verður útgivin í Føroyum, men fyribils er tað amerikanski marknaðurin, ið verður høvuðsmálið.

 

Carlsen systrarnar hava sáttmála við The Revival Ministry og prædikumannin Rodney Howard-Browne í fyriblis eitt ár, hesin byrjaði í desember, og síðan tá hava tær verið fastur táttur á møtunum hjá kirkjuni, ið verða hildin kring alt USA.

 

Hetta merkir, at tær javnan hava verið at sæð á kristnum sjónvarpsrásum sum GOD TV og CTN. Hetta eru báðar rásir, ið senda um allan heimin, umframt at tær hava nógvar hyggjarar í USA. Fleiri milliónir hyggjarar hava sæð føroysku songkvinnurnar sungið. Tí eru Vanja, Laila og Barbara væl brynjaðar til at herja á amerikanska kristiliga plátumarknaðin.

Vanja greiður frá:

- Vit møttu einum manni í Tampa, ið júst hevði verið í Afrika sum trúboði. Hann greiddi frá, at hann hevði sæð okkum sungið í sjónvarpinum í Afrika. So okkara sangur verður sendur víða um, sigur Vanja.