The Boss ræður á tónatindunum

59 ára gamli Bruce Springsteen er í løtuni heitasta tónleikanavnið í USA, Bretlandi og aðrastaðni. 36 ár eftir fyrstu útgávuna er hann framvegis tann sami, heldur kennari 59 ára gamli Bruce Springssten, sum er ættaður úr New Jersey í USA, hevur givið tónleik út á plátu og fløgu síðani 1973, og nú 36 ár seinni er The Boss aftur at finna ovast á hitlistum í USA, Bretlandi, Kanada, Týsklandi, Írlandi, Svøríki, Danmark og aðrastaðni.

Í farna mánaði kom seinasta útgávan hjá Bruce Springsteen, hon kallast Working On A Dream, og tað er hendan fløgan, sum selir so sera væl í løtuni. Bruce Springsteen hevur selt 120 milliónir plátur kring heimin, og roknað verður við, at seinasta útgávan fer at leggja nakrar milliónir eintøk afturat hesari søluni.

- Eg lurtaði eftir fyrstu útgávunum hjá Bruce Springsteen á Eiði, og at lurta eftir honum í dag, sigur mær so at siga tað sama sum tá. Og tað er kanska ein styrki við Springsteen. Hann hevur ikki broytt sítt úttrykk nakað serligt, hann er hin sami, sigur Birgir Kruse, tónleikaáhugaður.

- Springsteen er ein søgusigari av teimum stóru, og hann er framvegis viðkomandi í dag. Tað er einki nýbrot at finna í tónleikinum hjá honum. Einfaldi tónleikurin hevur einki annað endamál enn at bera orðini fram á leið, og her er tað, at Springsteen hvessir sær vápnini. Í orðunum. Í rokklyrikkinum. Og ikki so nógv í tónleikinum, sigur hann.

Seinasta stakfløgan hjá Bruce Springsteen, Working On A Dream, verður nógv spæld í føroy