The Blind Boys of Alabama

Konsertin var nakað heilt serligt. Øll merktu tað.

Festivalgestirnir tyktust heldur ivasamir um støðuna, aftaná at ein gravkúgv av øllum alvi hevði skumpað sand í eini miseydnaðari roynd at fáa sjógvin burtur frammanfyri pallin. Aftaná stríðið komu so endiliga The Blind Boys of Alabama á pall, hálvan tíma seinkaðir. Tríggir blindir eldri mans, og fýra tónleikarar við teimum. Teir settu seg á stólar og løgdu varliga fyri við gospeltónleiki sum vit kenna hann. Tað var at byrja við sum um at hetta var bara enn eini konsert, sum allar aðrar. Men sum framførslan leið, skiltist at hetta var nakað meir. Og fólk vórðu rivin við, kanska meira enn ein føroysk áhoyrarafjøld áður hevur verið.


Teir hava framført fyri bæði Dr. Martin Luther King og fyri Barack Obama. Og nú vóru teir í Syðrugøtu.

- Vit hava verið næstan allastaðni, men vit hava ongantíð verið her, segði forsangarin Jimmy Carter, sum var við at stovnað bólkin á einum heimi fyri fyri littar blindar dreingir í 1939. Hann lat heldur ongan iva vera um, at teir í dag hava sama boðskap sum tá.

- Vit eru ein gospelbólkur, og um tú leitar eftir nökrum øðrum, so ert tú komin á skeivt stað, segði hann. Og gospel var tað; so sum vit ongantíð hava hoyrt tað áður. Tað var ektað svart gospel, á so høgum støði sum tað fæst. Tónleikararnir spældu framúr væl og við einum øgiligum yvirskotið. Fyrst og fremst var tað tó ovfarakætið og gleðin, sum lýsti av teimum trimum, sum smittaði til fjøldina. Carter var eyðvitað ikki vorðin troyttur av at syngja í sama bólki í 72 ár - í meira lívligu sangunum var hann mest sum ein smádrongur, sum ikki fæst at sita niðri.


Aftaná at hava sungið Amazing Grace til lagið hjá The House of the Rising Sun komu teir til seinasta sangin, Look Where He Brought Me From. Har, sum sangurin vanliga hevði endað, helt lívliga gospelrútman fram. Teir tríggir vórðu nú so spentir, at yngru tónleikararnir aftanfyri tyktust at óttast fyri at teir gomlu skuldu overvað seg. Við eitt fór Carter oman á sandin og reikaði syngjandi, rópandi og dansandi ímillum áhoyrararnar, meðan hjálparfólkini av øllum alvi stríddust at ansa eftir honum. Áhoyrarafjøldin var rivin við, og tyrptust rundan um hann allastaðni hann fór. Føroyingar sungu, flentu - og grótu.

Komin aftur á pall, settist Carter at presenterað tónleikararnar meðan sami sangur enn koyrdi. At enda varaði hesin seinasti sangurin 25 minuttir - og øll ynsktu at hann skuldi halda fram.

Look Where He Brought Me From við The Blind Boys of Alabama var besta løtan á G! 2011. Vit vitstu øll aftaná at vit høvdu upplivað nakað serligt. Jimmy Carter segði at hann vónaði at verða bjóðaður aftur til Føroya at framføra onkuntíð. Vit vóna júst tað sama. Hetta er nakað sum øll, ikki einans gestir á G! Festivalinum, mugu sleppa at upplivað.