The Beatles í Vágum

Fyri fyrstu ferð nakrantíð fer at bera til at uppliva The Beatles live í Føroyum. Sjálvandi við føroyskum tónleikarum og frásøgufólki. FS Vágar skipar fyri stórum Beatles tiltaki á Giljanesi

Tónleikatiltak
Vágar:Leygarkvøldið tann 17. mei skipar stuðulsfelagið hjá FS Vágum fyri stórum Beatles tiltaki á Giljanesi. Tríggir tónleikabólkar fara at spæla Beatlesløg frá byrjan til enda av livitíð Beatlanna.
Odmar Ravnsfjall, sum er ein av fyrireikarunum, sigur, at hetta er vist fyrstu ferð, at slíkt tiltak verður hildið í Føroyum. Hetta er stórt tiltak, sum hann eisini væntar sær nógv av. Tríggir úrvaldir tónleikabólkar fara at framføra Betalesløg í kronologiskari raðfylgju, eftir hvussu løgini eru gjørd. Bólkarnir hava fingið hesa bundnu uppgávuna og hava vant til tiltkakið í einar tveir mánar, sigur hann.
Tiltakið er býtt sundur soleiðis, at hvør bólkurin tekur sær av sínum tíðarskeiði í Beatles søguni. Fyrst er tað ein bólkur, sum nevnir seg Ják' upsa Skegg, sum mannaður er við monnum sum Sámali Ravnsfjall, Ronnie Nielsen, Ólavi Øster, Torbergi Johannesen og Jóan Peturi Andreasen, sum fer at umboða »ungu Beatlarnar«, sum teir siga. Tað eru løg, sum gjørd er í tíðarskeiðnum fram til 1965.
Eftir teir fer All That Rain við Jens Tummasi Næs, Henningi Nicodemussen, Hansi Ravnsfjall og Poul Arna Holm at framføra løg frá árunum 1965 til 1967. Løg frá »Rubber Soul« til »Sgt. Pepper«, greiðir Odmar Ravnsfjall frá.
Seinasti bólkurin er »Showmenn«, mannaður við Jens Marna Hansen, James Olsen, Johannusi á Rógvu og Finni Hansen. Teir fara at taka um endan. Árini frá 1967 til 1970.
Tó verður ikki bara live tónleikur hetta kvøldið. Dyrnar lata upp klokkan 23.00, og tá fer Robert McBirnie at venda plátum, Beatles løg sjálvandi, fram til klokkan hálvgum tólv. Hetta verða sonevnd »cover løg«, sum aðrir hava spælt inn. Robert McBirnie verður frásøgumaður gjøgnum alt tiltakið hetta kvøldið.
Síðan sleppa teir einstøku Beatlarnir til við løgum, teir hvør sær hava gjørt eftir Beatlestíðina.
Fyrstur verður Ringo Starr, hvørs løg verða at hoyra frá klokkan 23.30 til 23.45, tá Geroge Harrison tekur yvir til midnátt.
Tá fara »teir ungu Beatlarnir«, teir fram til 1965, á pallin og spæla í ein tíma, greiðir Odmar Ravnsfjall frá. Síðan fær Paul McCartney orðið í eitt korter, áðrenn »miðlinga Beatlarnir« sleppa fram at í ein tíma.
Tá er so bara John Lennon eftir, sum fær tað seinasta korterið, áðrenn teir nýggjastu Beatlarnir koma á pallin. Tiltakið endar klokkan halvgum fýra við felagssangi, sum verður »All you need is love«, sigur Odmar Ravnsfjall.
Atgongumerki til tiltakið verða seld í forsølu frá mikumorgninum. Tey fara at fáast í Kunningarstovuni í Havn, í Kiosk Vár í Runavík, á Shellstøðini í Gøtudali og í Mylluni í Miðvági.
Atgongumerkini fara í forsølu at kosta 170,- krónur, men 200,- krónur við dyrnar, um nøkur vera eftir, tá latið verður upp. Tað verða bara 1.200 atgongumerki seld, tí fleiri fólk sleppa ikki inn í høllina á Giljanesi, siga fyrireikararnir.