The Beach Boys hátíðarhalda 50 ára dagin

Eftir fleiri áratíggjur við sakarmálum og øðrum juridiskum dystum, er The Beach Boys nú til reiðar at byrja á nýggjum.

Teir gev nú út fløguna “Smile”.

 

“Smile” varð eisini orsøkin til, at The Beach Boys gjørdist ósamdir fyri nógvum árum síðani. Brian Wilson, sum er oddamaður í bólkinum, varð tá rúsevnismisnýtari, og hetta ávirkaði allan bólkin, tá ið “Smile” skuldi takast upp. Tað endaði við, at fløgan ikki kom á marknaðin.

 

Wilson gjørdi sjálvur fløguna lidna í 2003, og fór síðani á rundferð við sínum egna bólki.

 

The Beach Boys hava nú funnið fram uppruna upptøkurnar frá Smile, og útgeva boksina í november, sum inniheldur fimm fløgur.

 

Mike Love frá bólkinum er fegin um nýggja samstarvi, og vónar at sleppa á rundferð í næsta ár.

 

Hetta veit gaffa.dk í dag.