Tíðindaskriv: Eyðkenni við The Antonelli Orchestra er, at tey taka tónlistarliga uppgávur á seg, sum ongin annar torir at fara í holtur við. Sama um tey skulu framføra sambatónleik ella feskan popptónleik, verður uppgávan loyst til UG.
Tey fara at hjúkla um okkara oyru í summar, og tey fara at hava eina røð at kendum sangarum við sær á pallin. Hesi verða kunngjørd í næstum. The Antonelli Orchestra framføra báðir konsertdagarnir, og vit kunnu lova, at hetta verður tónleikur frá allarovastu hill.
Ger skjótt av!
Atgongumerkini ganga sum heitt breyð, so tað ræður um at gera skjótt av, um tú skal vera í fjøldini á Vágsbotni hesar dagarnar. Einans 500atgongumerki eru eftir til fríggjadagin 20. august. Keyp á ebillett.fo.