The Absent Silver King við nýggjum tilfari

The Absent Silver King spælir leygarkvøldið í Sirkus, og lova nýtt tilfar til tey, ið koma at lurta.

 

Hvat hendur, tá tú tekur ein av okkara mest lovandi yrkjarum, setur hann saman við einum gomlum klikkheysi og einum flokki av bendum spónum?

Tann spurningin fingu vit svarð uppá, tá The Absent Silver King fyrr í ár gav út sína LP/fløgu og yrkingasavn. Ein spennandi ljóðheimur, ið leiðir tankarnar til alt frá gomlum spirituals, til Nick Cave, og Clickhaze.

Leygarkvøldið kann bólkurin upplivast í Sirkus, har teir lova nógv nýggj løg og at man skal vænta tað óvæntaða.

Konsertin er byrjar leygarkvøldið 28. desember kl 22.