Thaysen: Kanningarnar halda fram

Kriminalpolitiið vil enn einki siga um kanningarnar, sum hava verið í Neshaga í málinum um horvna Dánjal Petur Hansen, róptur Piddi. Leitingin er fyribils steðga, men kanningararbeiðið er ikki liðugt.

Løgreglan sendi út tíðindaskriv mikudagin, har boðað varð frá, at leitingin eftir Pidda Hansen varð tikin upp aftur í Neshaga. Leitað varð við hundum bæði mikudagin og hósdagin.

Løgreglan sigur í dag, at leitingin er fyribils steðgað.

Peter Thaysen, løgregluovasti, vil ikki siga, um nakað er funnið, ella hvar politiið hevur fingið frænir av nýggjum upplýsingum.

- Vit siga ikki meira enn tað, sum boðað varð frá í tíðindaskrivinum. Vit taka nýggju upplýsingarnar í størstum álvara, sigur hann. Politiið hevur eisini fingið danska serfrøði at hjálpa sær.

Hildur Hentze, varakriminalovasti, segði við Portalin í gjár, at:

- Vit upplýsa, tá nakað er upplýsa um, segði Hildur Hentze, varakriminalovasti.