Úthavsdagar ? Oceaniske dage

Jørgen-Frantz Jacobsen og William Heinesen


 

Í sambandi við 100-ára dagin hjá Jørgen-Frantz Jacobsen tann 29.11. kemur bókin Úthavsdagar ? Oceaniske dage út við greinum um ritverk hansara og um tað hjá Williami Heinesen.

Har eru greinir um skaldsøguna og um filmin »Barbara« ávikavist eftir Kirsten Didriksen og Arne Engelstad. Turið Sigurðadóttir skrivar um essay og yrkisprosu hansara. Gianfranco Contri lýsir útgávuna av italsku týingini av Barbaru. Leyvoy Joensen lýsir leiklutirnar hjá Jørgen-Frantz Jacobsen og Williami Heinesen í tjóðskaparligu menningini í 20. øld. Hanne Flohr Sørensen skrivar um brævaskiftið millum høvundarnar.

Ritverkið hjá Williami Heinesen verður viðgjørt í fleiri greinum, m.a. eftir Torben Brostrøm professari, sum skrivar um yrkingar hansara. Harafturat viðger Vár í Ólavsstovu Laterna magica, Bergur Hansen og Åsfrid Svensen viðgera tað »karnevalistiska«, Soffía Auður Birgisdóttir barnsburðarmyndir í stuttsøgum og Malan Marnersdóttir viðger Tårnet ved verdens ende. Anne Kari Skarðhamar og Bente Aamotsbakke skriva um yrkingar eftir William Heinesen.

Tvær greinir seta ljós á ritverkið úr øðrum sjónarhornum. Marianne Clausen lýsir týdningin, sum andaligi vísusangurin hevur havt fyri høvundarnar. Írski professarin Seamus Deane lýsir, hví enskt gjørdist írskt bókmentamál, og skapar á tann hátt saman við greinini hjá Leyvoy Joensen ein nýggjan karm um tey bæði danskt mæltu, men kortini føroysku ritverkini.

Bókin Úthavsdagar ? Oceaniske dage er úrslit av ráðstevnuni »Úthavsdagar« í Norðurlandahúsinum 25.-27. mai í ár. Bókmentafrøðingar, høvundar og bókmentaáhugað úr Norðurlondum tóku lut í ráðstevnuni. Bókin er 220 bls.

Ritstjórar eru Malan Marnersdóttir og Turið Sigurðardóttir.

Útgevari: Norðurlandahúsið og Føroya Fróðskaparfelag.

Bókin verður at fáa í bókhandlunum og hjá Bókamiðsøluni:BMS@post.olivant.fo.

Kostnaður 185 kr.