Thatcher vil hava Bretland úr ES

Fyrrverandi bretski forsætisráðharrin, Margareth Thatcher, heldur, at Bretland eigur at taka seg úr ES

Í einari nýggjari bók endurtekur Margareth Thatcher, at teir flestu trupulleikarnar, sum heimurin hevur havt í hennara tíð, hava havt sín uppruna á evropeiska meginlandinum. Hinvegin vórðu tað onnur t.v.s. uttan fyri evropeiska meginlandið, sum loystu trupulleikarnar, skrivar hon.
- Tað verður sagt, at Bretland kann ikki fara burtur úr ES, men sannleikin er, at evropeararnir hava størri brúk fyri okkum, enn vit hava fyri teimum, skrivar Thatcher, sum heldur, at tað hevði serliga gagnað bretsku fiskivinnuni og landbúnaðinum, fór landið burtur úr ES.
Tann 76 ára gamla Thatcher skrivar, at bretar fáa heldur ongan fyrimun á tí trygdarpolitiska økinum, og tí mælir hon til, at hann næsta konservativa stjórnin í London skal fara undir at taka landið burtur úr Evropasamveldinum. Sitandi stjórnin eigur at leggja fyri við at endursamráðast um treytirnar fyri bretska limaskapinum.
Margareth Thatcher var bretskur forsætisráðharri frá 1979 til 1990, og alla sína politisku tíð var hon sera ivingasom um ES-samstarvið. Eftirmenn hennara í konservativa flokkinum hava ikki verið so svgjørdir og hava roynt at káva út yvir ta avgjørdu støðuna hjá floksfelaganum.