Thatcher á sjúkrahúsi

82 ára gamli fyrrverandi bretski forsætismálaráðharrin er innløgd á sjúkrahúsi, men sambært BBC kennir hon seg at vera hampuliga væl fyri Sambært BBC er fyrrverandi bretski forsætismálaráðharrin, Margaret Thatcher, innløgd á sjúkrahús í London. Orsøkin er, at hon í gjár gjørdist illa til passar, tá ið hon var til ein døgurða í The House of Lords. Thatcher varð innløgd á St. Thomas sjúkrahúsið, sum er tætt við parlamentsbygningin. Har verða kanningar gjørdar og royndir tiknar. Sagt verður tó, at Thatcher er so mikið væl fyri, at hon tosar við læknar og sjúkrarøktarfrøðingar.

Margareth Thatcher, sum nú er 82 ára gomul, varð í 2002 rakt av fleiri smærri hjartatilburðum. Tá bóðu læknarnir hana at gevast at halda talur og luttaka í almennum tiltøkum. Thatcher hevur tikið læknaráðini til eftirtektar, men fyri trimum vikum síðani luttók hon, tá ið sjúkrahús fyri krígsveteranar varð latið upp í London.

Margareth Thatcher tók við sum formaður í konservativa flokkinum í 1975. Í 1979 gjørdist hon forsætismálaráðharri. Hon varð afturvald bæði í 1983 og í 1987. Men í 1990 varð hon kroyst úr sessinum. Formansárini í konservativa flokkinum og tey ellivu árini í Downing street 10 var Thatcher ógvuliga markantur bretskur forsætismálaráðharri og formaður í konservativa flokkinum. So markant var hon, at hon longu í 1976 av sovjetisku pressuni varð nevnd The Iron Lady.

Thatcher er einasta kvinnan, sum hevur verið forsætismálaráðharri í Bretlandi.