Thatcher aftur í Downing Street

Fyrrverandi bretski forsætisráðharrin Margaret Thatcher var í gjár í forsætisráðharrabústaðnum Downing Street og vitjaði floksfelagan David Cameron, sum er fyrsti konservativi forsætisráðharri í Bretlandi síðani 1997.

Tann 84 ára gamla Thatcher heilsaði upp á tíðindafólk og myndamenn, tá hon kom til Downing Street, men hon svaraði ikki, tá hon bleiv spurd, um hon var fegin um at vitja aftur.

Tá myndamenninir høvdu fingið nakrar myndir av Thatcher og Cameron, fóru tey bæði innar. Hildið verður, at tað uttan iva tosaðu um tær stóru sparingarnar, sum stjórnin hevur boðað frá.

Margaret Thatcher, sum var forsætisráðharri frá 1979 til 1990, vitjaði eisini teir báðar Labour-forsætisráðharrarnar Tony Blair og Gordon Brown, stutt eftir at teir gjørdust stjórnarleiðarar.

Margaret Thatcher fekk í 1992 heitið baronessa og er limur í Yvirhúsinum.