Thalie Dror á Skarv

Í kvøld leikar bólkurin Thalie Dror á Skarv í Keypmannahavn. Bólkurin hevur leikt á føroyska vertshúsinum so mangan áður, og hevur av sonnum prógvað seg sum ein bólk, ið dugur at seta lív í á dansigólvinum.

Mangt annað hendir eisini á Skarv, sum náttin líður, og er hetta óivað ymiskt, sum bilsnir skarv-gestir kunu fegnast um.

Men Thalie Dror stendur fyri tónleiknum, og við í bólkinum eru sangari Thali Dror, Henning Pedersen á guitar, Jens Simonsen á bass og Casper Foss á trummur. Roynd fólk, ið hava leikt við t.d. Hotel Hunger, Anne Linnet, Danser med Drenge, Stakkels Jim, Angu og Pockets.